2023/2024 21.08.2023  -  12.05.2024
Leiðbeining
Í ár venja vit aftur eisini í Skúlanum á Fløtum, týsdag og hósdag.

Venjingin í Badmintonhøllini byrjar tann 21. august. 

Venjingin í Skúlanum á Fløtum byrjar tann 22. august. 


Ungdóm (Ung)

Ungdómsliðini verða býtt upp eftir aldur og styrki.

Styrki 

Útgangsstøðið er, at A-liðini eru royndir leikarar, sum hava spælt badminton í nøkur ár á høgum støði. B- og C-liðini eru minni royndir leikarar og nýbyrjarar.

Tað verður væntað av leikarum á A-liðum, at tey luttaka í kappingunum, sum eru í Føroyum.

Aldurbýti

Útgangsstøðið er:

  • U 9, fødd 2014 og yngri
  • U11, fødd 2012-2013
  • U13, fødd 2010-2011
  • U15, fødd 2008-2009
  • U17, fødd 2006-2007
  • U19, fødd 2004-2005
Venjarin kann flyta leikarar í aðrar aldurbólkar.
Melda til - Síggj lið - (2)

Úrval (Urval)

Úrvalsvenjingin er skipað í 2 lið, eitt fyri dreingir og eitt fyri gentir.

Tey venja fríggjadag kl. 16-18 (gentir) og kl. 18-20 (dreingir). 

Melda til - Síggj lið - (2)

Seniorar (Sen)
Talan eru um leikarar sum hava eitt rímiliga høgt støði.
 
Tað verður væntað av hesum leikarum tey luttaka í kappingunum, sum eru í Føroyum.
Melda til - Síggj lið - (0)

Nýbyrjarar (NYN18)

Hevur tú hugsað um badminton í nógv ár, men ongantíð lært grundleggjandi spælið, ella hevur ketcharin hjá tær fingið loyvið at samla støv heima við hús í alt for nógv ár ?

So hevur tú nú møguleika at koma til venjing hjá HBF, har fokus er á grundleggjandi badmintonspælið fyri fólk, sum eru 18 ár og eldri.

Melda til - Síggj lið - (1)