U13

INFO
U13 eru børn, sum eru fødd í 2007/2008.
 
Øll skulu fyrst melda seg til á B-liðnum í sínum aldursbólki.

U13 verður býtt upp í A- og B-lið. Útgangsstøðið er, at A-liðið eru royndir leikarar, sum hava spælt badminton minst 2 ár. B-liðið eru minni royndir leikarar og nýbyrjarar. Tað verður væntað av leikarum á A-liðnum, at tey luttaka í kappingunum, sum eru í Føroyum.
Fyri leikarar, sum verða valdir at spæla á A-liðunum, verður kravt eitt eykagald í august 2019.
Les meira